Búgvin komin aftur við 28.000 pundum


Búgvin kom aftur klokkan 04:45 í morgun. Teir hava trola á Skeiva Banka.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og meginparturin var havtaska, 19.400 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 23. januar.
Landa blívur júst nú til NFCS og teir byrjaði at landa Búgvan klokkan 06:00.
Prísurin hevur verið vánaligur, men teir lótu eitt sindur betur at nú, væntandi fáa teir 21,00 kr. fyri havtaskuna.
Her myndir tiknar í morgun, sjá herundir.
SáH
BÚGVIN – ( KG 119 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 23-01-2021 | 29-01-2021 | 13.835 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: