Búgvin komin aftur við 19.400 pundum

Búgvin, mynd tikin tann 09.11.2022 klokkan 11:50, tá ið teir vóru komnir aftur av fiskileið og á veg at landa til NFCS.

Búgvin kom aftur klokkan 11:50 í dag. Teir høvdu trola vestan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 19.436 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 7.896 pund toskur, 5.670 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Tað vóru fýra mans við hendan túrin og túrurin byrjaði 4. november.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 04-11-2022 09-11-2022 9.718

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author