Búgvin kom aftur við 21.000 pund í gjár

Búgvin, mynd tikin tann 03.09.2020 klokkan 05:15

Búgvin kom tíðliga aftur hósmorgunin. Teir høvdu trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 21.084 pund, tað mesta var tunga og toskur, 7.872 pund tunga, 5.100 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Búgvin byrjaði túr tann 29. august.

Við vóru fýra mans og skipari var Ísak Petersen.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 29-08-2020 03-09-2020 10.542

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author