Búgvin hevði 30.000 pund í dag

Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 29.928 pund, tað mesta var tunga, reyðsprøka og toskur, 11.904 pund tunga, 7.296 pund reyðsprøka, 4.224 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Búgvan klokkan 06:00 í morgun.

Teir byrjaði túr tann 07. juli.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 07-07-2021 12-07-2021 14.964
Please follow and like us: