Búgvin hevði 29.000 pund og inn við maskinbrekið

Búgvin, sum bleiv sleipaður inn av bjargingarbátinum Ziska mikudagin kl. 17:30 landaði í dag 29.000 pund. Búgvin fekk maskinbrek ímeðan teir fiskaðu og kom Brimil honum til hjálpar, tað seinasta strekkið sleipaði Ziska hann til kaj.

Teir høvdu trola á landleiðini og eystanfyri og byrjaði túr tann 28. august.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur og havtaksa. 10.000 pund toskur, 9.800 pund havtaska, 4.320 pund tunga, 2.700 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author