Búgvin góðan túr, komin inn við 40.000 pundum

Búgvin, mynd tikin tann 09.03.2022

Búgvin er komin aftur av góðum túri. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 39.920 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 16.000 pund toskur, 11.500 hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 2. mars.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 02-03-2022 09-03-2022 19.960
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: