Búgvin eisini góðan túr, 48.000 pund

Búgvin er júst afturkomin av skjótum og góðum túri. Teir hava trola norðan fyri Føroyar og bert verið úti í 2 dagar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir  48.310 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 37.720 pund toskur, 3.840 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir

Við Búgvanum eru fýra mans.

Teir fóru túr tann 02. apríl.

Landa verður til NFCS nú.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 02-04-2022 04-04-2022 24.155
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: