Búgvin 15.000 pund, Jákup B. 132.000 pund og Bragd 10.000 pund ídag

Búgvin hevur landa í dag og høvdu teir 15.136 pund. Hetta gjørdist ein stuttur túrur, tí teir fóru avstað tann 10. oktober, tískil ikki tað heilt stóra hesuferð.

Teir hava trola norðan fyri Føroyar og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað mesta var hýsa og toskur, 5.900 pund hýsa, toskur 4.000 pund og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

Jákup B. hevði 132.00 pund og landaðu teir til Kósina, grein skriva á News.fo í morgun.

Bragd kom aftur klokkan 17:00, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu teir 10.000 pund, 6.000 pund hýsa og 4.000 pund toskur.

Veiðan bleiv boðin út á Fiskamarknaðin Føroya og landa bleiv til NFCS.

Núpur gerð klárt at fara avstað og fara teir avstað nú klokkan 19:00. Teir fara at royna við Føroyar.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author