Broytingar í ferðsluni í samband við seinasta skot í Hvannasundstunlinum

Verandi Hvannasundstunnil verður stongdur í umleið ein tíma í sambandi við at seinasta skotið verður latið av í nýggja tunlinum.

Í sambandi við hátíðarløtuna, sum verður í morgin kl. 14:00 omanfyri Norðtoftir, verður Hvannasundstunnilin stongdur frá kl. 14:00 til 15:00.

Bilar kunnu parkera á kajøkinum í Norðdepli, haðani bussar koyra fólk til hátíðarhaldið, har Sigurd L. Lamhauge heldur røðu.

Bussarnir byrja at koyra kl. 13:00.

Landsverk

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: