Brøðurnir Steinbjørn og Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu.

Fløgan, sum hevur fingið heiti Gud, eg eri tín, inniheldur 14 sangir, flestu av teimum kendir sangir, sum dagliga vera sungnir í ymiskum samkomum, nevnast kunnu m.a. sangir sum, Mær tørvar altíð Teg, Søguna sig mær um Jesus, Náði rík er har á Golgata, Ei eg kenni morgindagin, Mær tørvar altíð Teg, Inntil tá.
Í sanginum Vend títt eyga á Jesus, hoyra vit eisini røddina hjá systrini Ásbjørg Olsen.
Stílurin er fólksligur, traditionellur og hellur til country og southern gospel.
Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC undir leiðslu av Jeff Collins.
Røddirnar eru innsungnar í upptøkuhølunum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: