Klokkan 11:00 í morgun kom Brimil inn við útróðrarbátinum Bragd. Teir høvdu trupuleikar við maskini og var tað ein reim sum var farin.

Nú verður skaðin gjørdur aftur og so verður farið til útróðrar aftur einaferð seinnapartin.

Teir høvdu drigið helvtina av stampunum og so verður farið út eftir restini.

Myndina hevur Jógvan Josias á Hædd tikið.

SáH

Klokkan er 13:20 og Bragd er longu farin til fiskiskap aftur.

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author