Bressay Bank landar 100 tons til Kósina í morgun

Bressay Bank frá Frankaríki kom til Klaksvík klokkan 05:30 í morgun.

Teir landa 100 tons til Kósina í morgun og meginparturin er upsi.

Teir hava 3.000 kassar, men kassarnir í Frankaríki eru minni enn teir vit brúka í Føroyum, tískil er tað 100 tons.

Bressay Bank, sum kemur frá Boulogne Sur Mer hevði gula flaggið á stong og tað merkir at har er ongin smitta umborð.

Landarnir vóru longu komnir og teir byrjaði at landa Bressay Bank nakað aftaná klokkan 06:00 í morgun.

Hetta er eitt sera spennandi átak hjá Kósini, tí hetta er fyrstu ferð at ein franskur trolari landar til virkið og verður hendan royndin  væleydna, so er hetta kærkomi í hesum tíðarskeiðunum á árinum, nú teir flestu av partrolarnum fiska gullaks.

Tá ið liðugt er at landa, ferð Bressay Bank aftur til fiskiskap.

SáH

Myndir tiknar í morgun tann 01.06.2020 umleið klokkan 06:00

 

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.