Karelia hevur loyst og er á veg til Rusland ella eru teir tað?

BREAKING NEWS: Karelia hevur loyst og er á veg til Rusland

Fyri góðum 30. min. síðani loysti Karelia og er nú á veg til Rusland ella eru teir tað?.

Sambært Marine Traffic vóru teir á veg ígjøgnum Djúpuni, tá hendan myndin er tikin beint fyri klokkan 14:00, sjá omanfyri.

Sostatt eru tvey skip eftir á Norðhavnini, men tey loysa væntandi nakað skjótt, tey eru farmaskipi Cassiopea og trolarin Yantarnyy.

Tríggir mans eru nú koyrdir á Landssjúkrahúsið, tveir av manningini og so frættist at skiparin eisini hevði Korona, men tey tíðindindi eru ikki váttaði enn.

Tit frættað meira, tá ið landsmynduleikarnir koma við nýggastu tølunum.

Her sær út sum at teir eru á veg inn á Fuglafjørð og hendan myndin er tikin klokkan 14:10.

Hví teir fara inn á Fuglafjørð nú, er ilt at meta um, kanska onkur annar av manningini er blivnir sjúkir ella um teir skulu bunkra? men løgi er tað. Alfa Pilot fylgir Karelia.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author