BREAKING NEWS: Ferðafólkini til Smyril noydd at bíða 6 tímar á kajuni í Tórshavn

Kl. 14:45 sendi Strandfaraskip Landsins SMS boð út til tey ferðandi, at siglt ikki bleiv fyrrenn klokkan 21:15 vegna tekniska trupuleikar.

Í løtuni eru 4-5 køðir á kajuni og har mugi ferðafólkini sita til klokkan 21:15, also í  meira enn 5-6 tímar og tað er undir alt lágmark.

Hetta skrivar ein ferðandi fyri løtu síðani:

Hetta eru treytirnar vit í Suđroynni liva undir😔 Akkurát veriđ á flogvøllinum eftir dóttrini og ommusoninum. Tey hava ferđast síđan kl. 4.00 í morgun, skuldu suđur nù kl. 16.00. Bođini frá SSL koma ein tíma áđrenn fráferđ. Hetta er vánaligt SSL.

Bođ frá SSL:
6. juli: Vegna tekniskt arb. umborð á Smyrli, verða túrarnir úr Havnini kl. 16.00 og av Krambatanga kl. 18.45 ikki sigldir. Siglt verður av Havnini kl. 21.15.

Strandfaraskip Landsins má fara og bjóða teimum ferðandi umborð, so tey kunnu fáa okkurt etandi og drekkandi. Tað eru also familjur, sum skulu bíða í 5-6 tímar og tað er alt ov long tíð, tí er tað uppá sítt pláss, at SSL bjóðar teimum okkurt, so tey kunnu fáa tíðina at ganga.

Strandfaraskip Landsins plagar ikki at vera sína uppgávu vaksin, so væntandi skulu øll ferðafólkini sita i teirra bili og bíða, men hatta er undir alt lágmark,  sjálvandi skuldi tey sloppið umborð og eisini bilarnir, so tey kunnu sita ordiligt og fingið sær okkurt etandi og drekkandi. Taki tykkum saman á SSL.

Smyril liggur við bryggju í Tórshavn.

Símun á Høvdanum

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.