BREAKING NEWS: 65 mió. krónur í avlopi næsta ár

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um fíggjarlóg fyri 2022

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, sum í dag er lagt fyri løgtingið, væntar landsstýrið 65 mió. krónur í avlopi. Harumframt verður hallið í ár munandi minni enn mett.

Búskapurin væl fyri
Fíggjarmálaráðið metir, at grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott.

Búskapurin hevði verið í hákonjukturi í fleiri ár, tá ið koronufarsóttin rakti landið í 2020. Vit hava havt fólkatilflyting síðan 2014, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, og talið á løntakarum methøgt.

Hagtøl benda á, at føroyski búskapurin er millum teir búskapir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum støðuna við koronu.

Størri avlop og minni hall
Í játtanarkørmunum í vár varð roknað við 63,5 mió. kr. í halli í 2022. Men útlitini eru batnað munandi síðan tá. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 vísir avlop, sum er mett til 64,8 mió. kr. (RLÚ-úrslitið).

Fíggjarmálaráðið roknar við, at búskapurin veksur um 3-4% í 2021 og 2022. Ráðið væntar, at hallið í ár verður væl minni enn mett – um 6 mió. krónur í halli. Orsøkin er hægri MVG-inntøkur, serstakt vinningsbýti og munandi lægri løguútreiðslur.

Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman. Her verður serliga hugsað um fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum, nú landið og allur heimurin eru ávirkað av koronufarsóttini.

Raðfestingar innan vælferð
Innan útbúgvingarøkið raðfestir landsstýrið millum annað sjúkrarøktarfrøði, heilsurøktarar, alarar og KT-frøði.

Á heilsuøkinum eru raðfestingarnar millum annað bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp, barna- og ungdómssálarviðgerð, palliatión, krabbameinsætlan, kommunulæknaviðtalur, endurvenjing, rúsevnisfyribyrging og nýtt Fólkaheilsustýri.

Raðfestingar á almannaøkinum eru millum annað javning av almannaveitingum, móttøkuhús fyri harðskapsrakt, Familjufyrisitingin, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving frá Almannaverkinum og Dugni í Suðuroy.

Av øðrum raðfestingum hjá landsstýrinum kunnu nevnast grønar orkuverkætlanir og talgilt koyri- og borgarakort.

Eg fegnist um, at við hesum uppskotinum raðfestir landsstýrið vælferðarøkini og leggur ongar nýggjar avgjalds- ella skattahækkingar á familjur ella vinnu, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Leinki:

Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2022

Búskaparfrágreiðing II

Framløga 2022

Jørgen Niclasen, fíggjamálaráðharrin

Fíggjarmálaráðið