Ammoniakóhapp á Kósini

Eitt rør er farið at leka og ein trukkførari andaði ammoniak í seg.

Tað eydnaðist teimum at fáa trukkførarin út úr rúminum og í skundi bleiv hann koyrdur á Landssjúkrahúsið. Ikki er upplýst, hvussu støðan hjá honum er.

Sløkkiliðið, sjúkrabilur og løgreglan komu skjótt á staðið og nú er staðið avbyrgt og sløkkiliðið sproytar vatn á rørið og væntandi verður tamarhald á støðuni um góðar 3-4 tímar.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: