Brandur spyr um versnandi støðuna við rúsevnum

Brandur Sandoy, løgtingsmaður, hevur sett skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, um versnandi rúsevnisstøðuna.

Løgtingsmaðurin sigur í viðmerkingunum, at sambært heimasíðuni hjá HMR, setti mann sær fyri í Fólkaheilsuætlanini frá 2006, at fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu skulu styrkjast, serliga galdandi fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum, og at eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal gerast munadyggari og virknari.

Støðan við hørðum rúsevnum millum ungdóm okkara sýnist at vera syndarlig.

Dagliga hoyrast søgur um mannalagnur, sum liggja í skeljasori av hesum rúsevnum.

Tað hoyrist millum manna, at sera nógv rúsevni sleppa ígjøgnum tolleftirlitið, og eisini at náðileysir framleiðarar innflyta ráevni til at virka hesi hørðu rúsevni úr, og framleiða tey í Føroyum, til føroyskan ungdóm at brúka. Alt við peningaligum vinningi fyri eyga, og at hetta m.a. eru útlendingar, sum standa fyri at framleiða og selja hesi rúsevni.

Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein gongd, sum ikki á nakran hátt kann góðtakast, og er ein av størstu vandunum ímóti føroysku fólkaheilsuni, bæði uppá stutt og langt sikt.

Tørvur er á kjaki um hetta evni, tí hesi rúsevni leggja mannalagnur og harvið familjur í sor, og kosta samfelagi okkara munandi av menniskjaligum og peningaligum tilfeingi.

Okkurt má gerast nú, og tí verður hetta mál reist.

Fólkaflokkurin

Brandur Sandoy

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author