Brandur Sandoy hevur Korona og hevur tað gott nú

Brandur Sandoy sum átti at verið í Løgtinginum mikudagin og hósdagin, tá ið fíggjarlógin bleiv løgd fram hevur fingið Korona og var tað orsøkin til at hann ikki var í Tinginum.

Hetta skrivar hann á sín Facebookvanga:

Um nakar undrast hví tey ikki hoyrdu mína rødd á Tingi nú Fíggjarlógin hevur verið fyri, hevur tað sína orsøk.

Eg fór á Ting mikumorgunin, men fór beinavegin suður aftur, tí eg var illa fyri.

Í dag fekk eg so svarið at eg havi korona.

Havi tað gott, standurin er batnaður síðani í gjár, og kenni meg stórt sæð spillfrískan 😎

Eg hevði annars ætlað at tikið orðið, at fegnast um at fleiri milliónir komandi ár eru settar av til at bøta um farleiðina eysturum Líðarenda.

Eisini ætlaði eg at heita á fíggjarnevndina um, at seta pengar av til at Hasfjord kann sigla hvønn dag í vikuni alt árið. Hetta vita samgongulimirnir tó av, nú eg havi heitt á teir um at hava hetta í huga.

Hetta við korona kom illa við, tí vit ætlaðu at abba-og ommubørnini skuldu koma suður nú í heystferiuni, at reka og fletta við ommuni og abbanum😞
Hetta skuldi tó ikki so verða.
Men rekast má, so hóast sóttarhald má eg á fjall. Men har plagar fjarstøðan at verða stór, so hetta man ikki fara at bila 😊

Fríggjadagin í komandi viku er sóttarhaldið av, og hesin abbin gleðir seg til eitt klemm 🥰

Mynd: privat “Brandur og abbabørnini”.

Brandur Sandoy
Facebook 07102021

Her tal av smittaðum í mun til fólkatalið í økjum runt Føroyar seinastu 14 dagarnar.

Please follow and like us: