Brákunning, koyri ikki bil teir næstu tímarnar í Tórshavn

Brákunning

Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar. Nærri kunning kemur seinni. Koyrilíkindini eru altso sera vánalig. Tað er sera ringt sýni, og nógvir bilar standa fastir .

Tað er av stórum týdningi, at fólk virða boðini, so at tilbúgvingin, so sum sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding kunnu koma fram, har tørvur er á tí.

Hettar hevur so tær fylgjur, at fólk sum tørva hjálp til bilar, ið eru koyrdir fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.

Tórshavnar Kommuna og Føroya Politi