Fiskivinna Tíðindi

Bragd roktúr týsdagin

Bragd byrjaði árið 2019 serstakliga væl, teir høvdu ein ordiligan roktúr týsdagin. Norðlýsið skrivaði at teir høvdu 19.000 pund uppá 50 stampar og tað var met hjá teimum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar týskvøldið, sjá søluna herundir og tá var vektin eitt sindur minni 17.448 pund, 10.848 pund toskur og 6.600 pund hýsa.

Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landað bleiv til NFCS.

 

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.