Bragd og Skurðaklettur landaðu klokkan 07:00 í morgun

Bragd hevur havt ein góðan túr við línu norðan fyri Føroyar. Teir høvdu 10.530 pund, tað mesta toskur og hýsa.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Skurðaklettur hevði eisini roynt norðan fyri Føroyar og høvdu teir 4.000 pund, tað mesta var toskur og hýsa.

Eisini veiðan hjá Skurðakletti bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og teir landaðu samstundis sum Bragd til NFCS klokkan 07:00 í morgun.

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author