Bragd kom til Klaksvíkar tann 09:00 í morgun og landar júst nú 8.860 pund til NFCS.
Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Teir fóru túr í gjár og hava roynt í gjarskvøldið og í nátt.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað mesta var toskur, 6.600 pund toskur og 2.220 hýsa.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: