Bragd kom aftur nú kl. 10:35

Í illveðrinum í dag kom Bragd aftur á Klaksvík nú klokkan 10:35. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Ikki altíð er tað so tespiligt at vera útróðarmaður. Roynast má, tá ið fiskur er og teir leggja nógv fyri.
Klokkan 10 avlýstið Strandferðslan koyringina Fámjin – Tvøroyi – Sandvík og alla sigling hjá Sildberanum og Rituni og hálvan tíma aftaná kemur Bragd grøvandi inn eftir Vágni av fiskileið.
Teir hava 9.260 pund, tað mesta toskur og hýsa og veiðan varð boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar og landa verður til N.F.C.S.
Her nakrar myndir, tá ið Bragd kom grøvandi inn eftir vágni í dag.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: