Bragd kom aftur klokkan 05:00 í morgun eftir ein rokaligan túr

Bragd sum fekk maskinbrek ígjár og bleiv sleipaður av Brimil inn á Fuglafjørð klokkan 11:00 ígjár, er nú komin aftur til Klaksvíkar klokkan 04:55 í morgun.
Teir høvdu trupuleikar við einari reim og fóru aftur til fiskiskap kl. 13:00 og smb. Norðlýsinum, so høvdu teir 6.000 pund á 20 stampum og tað vóru 30 stampar eftir at draga, so spennandi at vita, hvat var á teimum.
Nú frættist frá teimum, at teir hava havt ein sera góðan túr fiskiliga sæð. Teir hava heilið 16.000 pund, tað mesta toskur, 12.000 pund toskur og so restin hýsa og nakað annað fiskaslag.
Við vóru fýra mans.
Vælkomnir aftur tit umborð á Bragd. Sjá filmsklipp herundir.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: