Bragd kom aftur kl. 17:00 við 12.000 pundum

Bragd hevði roynt á somu leið sum hinir útróðrarbátarnir í dag og komu teir seinast aftur, klokkan var 17:00, tá ið teir løgdu at við NFCS.

Fekk eitt tos við skiparan og lat hann væl at fiskiskapinum fyri tíðina. Teir høvdu góð 12.000 pund í dag og tað mesta var toskur.

Farið verður aftur til útróðar seinni í kvøld. Líðhamar og Stakkavík eru longu farnir út aftur.

Fiskaklettur riggaði eisini til, har teir fingu nýggjan veir umborð og er ætlanin, at teir fara túr um nakrar dagar segði skiparin. Búgvin er farin avstað, men Dýrindal liggur enn við bryggju.

Takk fyri kajprátið tit og eru tit vælkomnir at senda News.fo og Norðoya Portalin nýggjheitir og myndir.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: