Fiskivinna Tíðindi

Bragd kom aftur kl. 16:00 við 8.500 pundum

Bragd var aftur í dag seinast at landa og í dag høvdu teir 8.500 pund, tað mesta toskur og hýsa.

Teir høvdu roynt við línu sunnanfyri Borðoyanes og nakað settið teir inni í Gøtuvík, teir setti 50 stampar í dag.

Hetta høvdu útróðrarbátarnir ídag:
Gjógvarenni 2.600 pund
Stakkarvík 7.810 pund
ANRU 8.000 pund
Bragd 8.500 pund
Líðhamar 10.300 pund
Brandur 11.500

Líðhamar fór avstað kl. 17:30 og væntandi fara hinir útróðrarbátarnar eisini avstað í kvøld.

SáH

Manglar tykkara bátur, so eru tit vælkomin at senda upplýsingar til mín á Facebook ella meyla simun@news.fo

 

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.