Bragd kom aftur kl. 12:30 av góðum túri við 14.300 pundum

Bragd kom aftur klokkan 12.30 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 14.300 pund, tað mesta hýsa og toskur, 7.100 pund hýsa, 7.000 pund toskur og restin annað fiskaslag.
Landa bleiv til NFCS.
Andru Poulsen á Stakkavík hevur tikið hetta filmsklippið av Bragd upp í nátt og nakrar myndir eisini. News.fo og Norðoya Portalurin takka fyri myndirnar, sjá herundir.
SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: