Bragd júst komin aftur við 3.500 pundum

Bragd kom aftur frá útróðið nú klokkan 09:29. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.500 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.840 pund hýsa, 500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari á Bragd er Oddmar Niclasen.

Landa blívur til Sjógæti í løtuni.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 13-09-2021 13-09-2021 1.750
Bragd á veg til bryggju. Mynd tikin tann 13.09.2021 klokkan 09:29
Please follow and like us: