Bragd og Norðsøki, mynd tikin tann 17.02.2022 klokkan 13:25

Bragd kom aftur frá útróðrið klokkan 13.25 í dag. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.020 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.000 pund hýsa, 3.000 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til Sjógæti klokkan 14:15.

Bragd var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 8.100 pund.

Her nakrar myndir tiknar í dag, sjá herundir.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 17-02-2022 17-02-2022 4.510
BRAGD – ( KG 642 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 16-02-2022 16-02-2022 4.050

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: