Bragd kom aftur kl. 16:35 og tá var veðrið byrjað so smátt at ruska. Teir høvdu roynt við línu í Djúpunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.660 pund, tað mesta hýsa og toskur, 5.600 pund hýsa, 3.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS klokkan 16:45.

Kallanes kom aftur nakað somu tíð sum Bragd og teir høvdu 7.500 pund í gjár.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 27-02-2020 27-02-2020 4.330
Bragd, mynd tikin tann 27.02.2020 klokkan 16:35
Bragd, mynd tikin tann 27.02.2020 klokkan 16:45
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author