Bragd hevði 6.280 pund ígjár

Í mjørkanum ígjár kom Bragd aftur kl. 14:40, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.280 pund, tað mesta hýsa og toskur. 4.000 pund hýsa, 2.000 pund tosk og restin annað fiskaslag.
Við Bragd eru fýra mans og landa bleiv til NFCS.
Var og vitjaði á Stongunum og har var gott lag, nú fiskiskapurin hevur verið góðir í langa tíð, men nú ætla teir flestu av okkara útróðaramonnum at fáa sær nakrar dagar frí. Kallanes og Norðsøki liggja við kaj, Stakkavík er á Beding, Bjørvin hevur maskinskaða, Bragd og Líðhamar landaðu ígjár og ætla teir eisini at fáa sær nakrar frídagar og tað er hart tiltrongd, men kenni eg teir rætt, so verður ferian ikki long.
Teir kunnu ikki gera tað sama sum okkara Løgtingsfólk gera júst nú, hava feriu í 4 mánaðar og onki gera, har alt landi er í stjórnarloysið. Stór skomm av okkara fólkavaldu og nú liggja eisini allir útróðrarbátarnir í Bólki 5B og teir eru í dýrastu neyð, men ongin hjálp er at heita frá samgonguni, tey hava jú feriu.
SáH
