Bragd hevði 11.000 pund í dag

Bragd: Bragd landaði klokkan 07:00 í morgun á Eiði og kom á Klaksvík klokkan 13:32 seinnapartin.

Bragd kom aftur av útróðrið klokkan 07:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu á Føroya Banka.

Túrurin var góðir og er tað gleðiligt, at okkara útróðrarbátar nú sleppa at royna á Føroya Banka, tað skuldi teir sloppi gjøgnum alt árið, júst sum teir royna á hinum leiðunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.540 pund, tað mesta var hýsa, havtaska og longa, 8.000 pund hýsa, 800 pund havtaska, 800 pund longa, restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Sjógæti á Eiði.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) EIÐIS HAVN (SJÓGÆTI) 01-05-2022 02-05-2022 5.270

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: