Bragd hevði 11.000 pund í dag

Bragd, mynd tikin tann 18.12.2020 klokkan 11:38

Bragd kom aftur klokkan 11:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 11.000 pund, 4.000 pund toskur og restin hýsa.

Settir vóru 60 stampar í tveimum setum. Við vóru tríggir mans og skipari var Oddmar Niclasen.

Hetta var seinasta túrurin hjá teimum áðrenn jól og hevur árið hjá Bragd roynst minni væl í 2020 enn 2019, Bragd seldi fyri góðar 8.8 milliónir í 2019 og higartil í ár hava teir selt fyri góðar 4.4 milliónir, so sølan er farin niður í eina helvt og prísurin er eisini væl minni enn í 2019, so er at vóna at 2021 verður betri.

Landa bleiv til Sjógæti.

Eg vil ynskja skipara og manning á Bragd Gleðilig jól og takka fyri góð prát á kajuni í 2020.

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author