Beint fyri klokkan ellivu í morgun kom Bragd aftur frá útróðri. Teir høvdu roynt norðan fyri Føroyar og hava teir havt ein góðan túr í nátt.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.000 pund. 8.500 pund toskur, 4.460 hýsa, 20 pund longa og 20 pund havtaska.

Her filmsklipp, har Bragd kemur inn eftir vágni tann 27.12.2018.

Vit ynskja manningini á Bragd Gleðilig jól.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: