Bragd fekk 14.000 pund á Kalsoyarfirði

Tað gongur avbera væl hjá útróðrarbátinum og nú er ikki langt til fiskileið, tí Bragd gjørdi eina roynd at seta línuna á Kalsoyarfirði, teir setti líka norðan fyri Mikladal og væl royndist, teir fingu heili 14.000 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.880 pund, tað mesta toskur og hýsa, 8.000 pund toskur, 5.500 hýsa og restin annað fiskaslag.

Teir komu aftur klokkan 11:15 og  landa júst nú til NFCS.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) NFCS 08-10-2019 6.940 kg

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: