Bragd 12.000 pund ígjár, 9.000 pund leygardagin og 12.000 pund fríggjadagin

Bragd hevur eisini havt nakrar góðar dagar. Í gjár var einki undantak og høvdu teir 11.746 pund, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir komu aftur kl. 15:15 og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var hýsa og toskur, 6.000 pund hýsa, 5.400 pund toskur og so eitt sindur av brosmu og longu.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author