Boris Johnson er endaður á intensivu deild

Tann bretski forsætismálaráðharrin, sum fekk Corona smittuna fyri 10 døgum síðani, er endaður á intensivu deildini.

Sambært Downing Street bleiv støðan hjá honum verri seinnapartin ígjár og tí bleiv avgjørt at koyra hann á intensivu deildina.

Uttanríkismálaráðharrin Dominic Raab røkir arbeiðir hjá Boris Johnson nú og verður tað inntil Boris Johnson blívur frískur aftur.

Forsetin í USA Donald Trump hevur bjóða Boris Johnson læknaliga hjálp frá USA og nevndi hann Boris í taluni hjá honum í gjár og segði hann at Boris Johnson var eitt fantastisk menniskja.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author