Borgarstjórin til arbeiðis í barnagarðinum

Komandi tveir dagarnar verða tveir øðrvísi arbeiðsdagar hjá borgarstjóranum í Eiðis kommunu. Borgarstjórin hevur spurt um arbeiði í Korndalsgarði, og sleppur hann at royna seg í vøggustovu í dag og í barnagarðsstovu í morgin.

– Endamálið er at fáa betri innlit í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í Korndalsgarði. Sum borgarstjóri havi eg til tíðir følt, at sjálvt um eg haldi, at eg havi nakað av vitan um økið, so kundi vitanin verið betri. Eg eri sera spentur upp á hesar báðar dagarnar, sum eg trúgvi verða góðir og læruríkir. Sigur Rógvi.

Ætlanin hjá borgarstjóranum er at koma runt til onnur arbeiðsøkir í kommununi eisini. Í komandi viku skal hann royna seg innan eldrarøkt, tá hann fer oman í Korndalsbýli at arbeiða.

Eiðis Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: