BORGARSTJÓRIN HITTI JAPANSKA SENDIHARRAN

Mánadagin var Karl Johansen, borgarstjóri, á fundi saman við japanska sendiharranum í Danmark. Fundurin var á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, har føroyski sendimaðurin, Jóannes V. Hansen eisini luttók.

Borgarstjórin sigur, at vinarbýarsamstarvið millum Klaksvík og Taiji í Japan tykist hava lagt lunnar undir eitt gott samstarv millum londini.

– Borgarstjórin í Taiji hevði umbiðið fundin, tí áhugi er at menna samstarvið millum partarnar enn meira. Serliga var tað áhugin fyri ferðavinnuni, sum fylti nógv á fundinum, og í tí sambandi bjóðaði japanski sendiharrin eisini umboðum fyri Klaksvíkar býráð á vitjan í heyst, sigur Karl Johansen.

Tað eru trý ár síðan, at Klaksvíkar kommuna og Taiji fóru undir eitt vinarbýarsamstarv, har partarnir báðir, við útgangsstøði í felags áhugamálum, komu ásamt um, at samstarv um ymisk mál innan eitt nú vinnu, mentan og útbúgving.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author