Borg keypir Havnar Timburhandil

Við at keypa Havnar Timburhandil fylgir Borg sínum málsetningi, sum er at vera ein heildarveitari til alt innan byggivinnuna í Føroyum, til bæði privat og vinnulig viðskiftafólk.

Báðar fyritøkurnar samstarv í dag við XL-Byg, og hava á flestu økjunum sama vøruúrval. At tað framyvir er sami eigari, vil vera við til, at tað gerst lættari fyri viðskiftafólkini at keypa í Borg, óansæð hvar tey eru stødd. Borg fær við víðkanini fleiri rakstrarfyrimunir, sum koma viðskiftafólkunum til góða. Afturat tí grundleggjandi vøruúrvalinum hjá XL-Byg, so hevur Borg eisini fleiri aðrar vørubólkar, og í handlunum verður stórur dentur lagdur á at hava eitt stórt og breitt úrval.

Eins og Havnar Timburhandil hevur verið rikin sum ein føroysk familjufyritøka síðan 1928, so er Borg eisini ein føroysk familjufyritøka, sum er ein samanrenning av fyritøkum í Eysturoynni og Norðoyggjum.

Tað er sjálvsagt nógvar hugsanir aftanfyri eina avgerð, um at selja eina fyritøku ein er vaksin upp í – bæði samfelagsligar og fíggjarligar, og ikki minst persónligar, sigur Heini Fosaa. Men hann metir tað vera sera positivt, at møguleikin var at selja til eina aðra føroyska fyritøku, við fleiri av teimum somu virðunum. Eftir 26 ár í stjórastólinum og seinastu 13 árini sum eigari, er tað sjálvandi við sorgblídni, at eg sigi farvæl við mínar starvsfelagar og viðskiftafólk, men eg eri sannførdur um, at Borg fer at reka fyritøkuna á ein hátt, soleiðis at øll fáa gleði av henni. Eg vóni, at viðskiftafólk Tórshavnar Timburhandli taka væl ímóti Borg sum eigara, endar Heini Fosaa við.

Partarnir eru samdir um, at keypsprísurin verður í trúnaði. Yvirtøkan fer fram pr. 1. december 2018, og er send kappingareftirlitinum til góðkenningar.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.