Børn fáa jólagávu frá Team Rynkeby

Á hvørjum ári eru føroysk børn, sum vegna álvarsliga sjúku mugu halda jól á sjúkrahúsi í Danmark. Hesi børn fáa jólagávu frá Team Rynkeby – eina peningagávu, so at tey kunnu keypa sær eitthvørt, sum tey hava hug til.
Jansy Gaardlykke, sum starvast hjá Krabbameinsfelagnum og súkklar við Team Rynkeby, handaði børnunum gávurnar fyrr í mánaðinum. 🎁 Tey trý børnini, 9 ára gamli Louis, 2 ára gamli Tummas og 1 ára gamla Ester, og familjur teirra búgva á Ronald McDonald-húsinum og á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, meðan tey eru í Danmark. Familjurnar vóru sera glaðar fyri gávuna, takkaðu fyri og gleddust um, at fólk í Føroyum hugsa um tey í tí sváru støðu, tey eru í. ❤️
At tað ber til at lata børnunum gávu og at annars stuðla familjunum fíggjarliga, so at systkini hjá sjúku børnunum kunnu koma at vitja í Danmark, letur seg bara gera, tí at persónar, fyritøkur, kommunur og onnur stuðla okkara virksemi so væl. Stóra takk fyri øll somul, sum stuðla og standa saman um Team Rynkeby. 🙏💛
Team Rynkeby Føroyar ynskir øllum eini góð og gleðilig jól. 🎄✨