Bløðini í Schweiz skriva eisini at KÍ vann í gjár

Stóra blaðið í Sveis Nau skrivar eisini at KÍ vann dystin í gjár.

Teir skriva at BSC Young Boys skal spæla ímóti KÍ frá Klaksvík mikukvøldið í høvuðstaðnum Bern.

Teir skriva eisini um løgna dystin í Føroyum, har fyrsta liðið hjá Slovan Bratislava bleiv koyrt í sóttarhald vegna Korona og so bleiv eitt ungt eyka lið sent til Føroyar, men tað hevði eisini eisini koyrt í sóttarhald, tí tað hevði eisini Korona.

Dysturin skuldi leikast klokkan 17:00 í Klaksvík í gjár, men hann bleiv ikki spældur og tískil vann KÍ dystin.

BSC Young Boys kann spæla í Bern
Sjálvt um Føroyar er reytt í Schweiz, so hevur BSC Young Boys fingið loyvið til at dysturin kann leikast á Wankdoftvøllinum í Bern mikukvøldið. “Tað almenna hevur givið BSC Young Boys grønt ljós, so tað kann spælast í Bern, sjálvt um mótstøðuliðið skuldi vera Klaksvík” skriva hetta blaðið í gjárskvøldið.

Her mynd av leikvøllinum IM Wankdoft, sum tekur 31.120 áskoðarar, men til dystin mikukvøldið vera ongin áskoðarar.

Koyr á KÍ.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author