Bleiv sparkaður til óvit fríggjanáttina í Tórshavn

Jógvan í Garði bleiv fríggjanáttina sparkaður til óvit í Tórshavn. Hann hevur lagt hendina út á Facebook og biður fólk um at hjálpa sær at finna harðskapsmannin.

Hann hevur meldað tilburðin til løgregluna og arbeiðir løgreglan  við sakina júst nú.

Um nakar veit nakað um tilburðin, so vil løgreglan fegin hoyra frá øllum, so man kann fáa fatur í viðkomandi.

Hetta skrivar Jógvan í Garði á sínum Facebook vanga:

Dagførðing 00:

Hendingin fór fram millum kl 04:34 til 04:39, tá ringt var eftir ambulansuni.

Hetta hendi beint uttanfyri Radiohandilin, t.v.s. Niels Finsens gøta 16, í Havn, beint yvirav Blábar og TakeAway.

Hóast tað í fyrstu atløgu stóð skriva at ein framtonn knekkaði í helvt, so er tað nokk rættari at lýsa tað sum at tonnin spønaðist.

Hjá tannlæknanum blivu leys fragmentir av tonnini trekt úr tannkjøtinum, og í millum partarnar, ið eg enn hevði (+pluss fragmentið í pápi fann uttanfyri Radiohandilin), var ikki nokk til at hon beinleiðis kundi festast – so partur av tonnini, serstakliga aftan, men eisini í miðjuni framman, mátti endurbyggjast.

Partar av emaljuni aftanfyri á framtonnunum mangla eisni, og pínir tað so illa at lata munnin aftur, at eg má vera ein “mouthbreather”, fyri at sitera systir mína, ið nakrar dagar, um ikki vikur afturat.

Tennirnar sita ikki rætt enn, og verður helst meir arbeiði gjørt við tær í komandi viku.

Eg minnist nú upp til umleið 10-15 minuttir áðrenn hendingina, og restin er ávegis í glimtum.

Eg viðhefti mynd av hendingagongdini, og yvirflatu skaðanum.

Fyrsta útlegg:

Hey øll,

Fríggjanáttina (12/10) var eg á veg heim úr einum vælkomstballið og stóð og bíðaði eftir at mínir vinmenn keyptu pizza.
Meðan eg bíði blívi eg yvirfallin pá grovasta manér.

Ein maður kemur rennandi við tí helvetis øði og skumpar meg.

Viðkomandi skumpar meg so harðliga, at eg als ikki fekk tikið fyri meg, men í staðin moraði andlitið niður í vegin.
Hareftir sparkaði viðkomandi meg í andlitið við almakt, og ein framtonn klovnaði horizontalt, brast út úr tannkjøtinum og karvaði mær varrarnar.

Hóast eg liggi vitleysur velur viðkomandi at sparka meg víðari.

Hetta steðgar ikki fyrr enn ein vinmaður varnast, at eg eri um at blíva dripin, spurtar yvir til mín og stillar seg ímillum.

Eg ani ikki hvør viðkomandi er, ella hví hann gjørdi hetta.

Eg rakni við á Landssjúkrahúsinum leygardagin, við totalt amnesia um kvøldið fyri.

Eg bleiv útskrivaður í dag. Eg havi fingið heilaskjálvta, rørslan í hondunum á mær er ávirka, eg eri illa fyri men havi tað eftir umstøðunum gott. Aftaná eg bleiv útskrivaður fóru eg og pápi at leita eftir brotnu tonnini.
Eg havi verið hjá tannlækna og tonnin er blivin sett í aftur, men vit vita ikki enn um hon yvirlivir.

Eg skrivi hetta við tí vón um at hetta ikki skal henda fyri nakran annan.
Um tað er nakar sum hevur sað ella hoyrt nakað um tað sum fór fram í gjáranátt, vinarliga seti tykkum í samband við meg á facebook ella ringi til løgregluna (tlf 351448).
Um nakar hevur myndir av hendingini, vinarliga legg tær út í viðmerkingarnar.

Deilið endiligani soleiðis at so nógv sum gjørligt síggja hetta. Takk fyri.

P.S. Um hetta er eitt sindur knortluty at lesa, er tað tí at hetta er diktera, tí eg fáði illa siti við ein skerm í løtuni.

Jógvan í Garði “Facebook 14102018”

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author