Bleiv Ægir aftur gloymt nú?

Her fekk Ægir lova felagshølir og veningarhølir, men tað endaði við at Judo kom inn her og Ægir fekk onki.

Á Býráðsfundinum í gjárskvøldið bleiv einmælt samtykt at játtað Klaksvíkar Svimjihølli 1.575.331 kr. uttan mvg til liðugtgerð av vælverøkinum í Klaksvíkar Svimjihøll, hetta eru góðar 2. milliónir við mvg. Hetta er sanniliga positiv tíðindir og gleðiligt at tað bleiv einmælt samtykt.

Nú vóni eg fyri tykkara besta, at svimjifelagið Ægir er tikin við hesuferð. Ægir hevur serstakliga vánaligar umstøður, bæði við felagshølum og venjingarhølum og havi eg óteljandi ferðir gjørt vart við vánaligu umstøðurnar hjá okkara stolta svimjifelag.

Fekk lova at Ægir fekk norður endan av svimjihøllini, men tað endaði við at Judo felagið kom inn har.

Klaksvíkar Kommuna vísti mær einaferð eina tekning av Vælveruøkinum, har Ægir skuldi skuldi hava síni felagshølir, men tað bleiv av ongum, tí tað var ein betri loysn, at Ægir fekk norðurendan av Svimjihøllini til felagshølir og venjingarhølir, men sum sagt, so var tað ein góð telving hjá KK, tí tekningin bleiv gjørd um og Ægir fekk onki.

Nú er mín spurningur til samgonguna í Klaksvíkar Kommunu, hava tit nakað ætlan við okkara svimjifelag Ægir?

SáH

Her myndir tá ið Ægir fekk svimjiútgerð frá Klaksvíkar Rotary í vikun, har forsetin Jørgin Vágslíð handaði forkvinnuni Elsebeth Vilhelm útgerðina.

 

 

Please follow and like us: