Tíðindi

Bláa Bylgjan og Marverick gjørt samstarvsavtalu

Bláa Bylgjan og Maverick Barr hava gjørt samstarvsavtalu fyri kappingarárið 2020. Hetta hendi seinasta sunnudag, har formaðurin í Bláu Bylgju Jaspur Jakobsen og stjórin í Maverick Barr Símun á Høvdanum skrivaðu undir sáttmálan.

Tað merkir, at allir gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni fáa góð tilboð ein tíma áðrenn dyst og fram til ein tíma eftir dyst.

Sjálvt um tað er Korona og Maverick Barr hevur mist 200.000,00 kr. til 300.000,00 kr. í umsetningin vegna Korona, so er okkara bláa hjarta so stórt, at vit sjálvandi stuðla Bláu Bylgju og vóna sjálvandi at Bláa Bylgjan eisini stuðlar Maverick Barr í hesari sera torføru støðu vit júst eru í nú sigur Símun á Høvdanum.

Maverick letur upp kl. 13.00 í dag, tá fara vit at hita upp til dystin Víkingur – KÍ, sum byrjar klokkan 15:00 og tá verður møguleikin, um tú ert gjaldandi limur, at fáa góð tilboð frá Maverick Barr og skal limakortið vísast fram fyri at fáa tey góðu tilboðini. Tað ber til at tekna seg sum lim í Bláu Bylgju hjá formanninum Jaspur Jakobsen.

Lat okkum øll standa saman og heppa KÍ til Føroyameistara og Steypavinnarar enn einaferð, okkara partur í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun skal ikki liggja eftir.

Koyr á KÍ!!!!

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.