Bjørt fekk silvurnál og Rebekka fekk silvurnál við stjørnu

Tað gongur strálandi hjá Ægir á FM í stuttgeil 2018 í Gundadali. Fleiri hava klára at sligið sínar persónligu tíðir og sett persónlig met við fleiri sekundum.
Eisini hava fleiri klára nálatíðir. Hesar báðar hava klára nálatíðir, Bjørt A. Sigurðsson fekk silvurnál fyri tíðina í 400 metur frísvímjing, tíðin var 4:47.73. Rebekka Trygvadóttir fekk silvurnál við stjørnu í 200 metur blandað við tíðini 2:24.47.
Stórt tillukku tit báðar.
June Jósveinsdóttur hevur tikið myndina
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: