Bjørn Kalsø 1. varastjóri á Skúlatrøð

Bjørn Kalsø er í dag settur sum 1. varaskúlastjóri á Skúlatrøð. Bjørn er útbúgvin lærari, og hevur síðani tikið akademiútbúgving í leiðslu. Hann hevur starvast sum lærari, bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Harafturat hevur hann í tveimum umførum verið landsstýrismaður, harav fýra ár í skúlamálum.

Í løtuni starvast hann sum lærari á Skúlatrøð og tekur við nýggja starvinum eftir páskir.

Tað vóru 12 umsóknir til starvið.

Honum verður ynskt hjartaliga tillukku og góða eydnu í starvinum!

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author