Bjørgvin hevði 3.100 pund í dag

Bjørgvin kom aftur frá útróði klokkan 9:30 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.140 pund, tað mesta var hýsa og hvítingur, 1.500 pund hýsa, 1.100 pund hvítingur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Bjørgvin var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 2.632 pund.

Landa bleiv til Sjógæti í Klaksvík klokkan 10:00 í morgun.

SáH

BJØRGVIN – ( KG 503 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 28-06-2022 28-06-2022 1.570
BJØRGVIN – ( KG 503 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 27-06-2022 27-06-2022 1.316
Lýsingarprísir hjá News.fo og Norðoyaportalinum, klikk bannara omanfyri
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: