Bjørgvin hevði 2.800 pund í dag

Bjørgvin: Mynd tikin tann 29.08.2022 klokkan 13:26, tá ið Sjógæti landaði Bjørgvin

Bjørgvin er komin aftur frá útróðri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.770 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.200 pund hýsa, 300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir vóru eisini til útróðrar leygardagin 27.08 og tá høvdu teir 1.696 pund.

Landa bleiv til Sjógæti í Klaksvík.

SáH

BJØRGVIN – ( KG 503 ) KLAKSVÍK (SJÓGÆTI) 29-08-2022 29-08-2022 1.385
BJØRGVIN – ( KG 503 ) EIÐIS HAVN (SJÓGÆTI) 27-08-2022 27-08-2022 848

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: