Bjørgvin hevði 2.500 pund í dag

Bjørgvin kom aftur frá útróðrið klokkan 08:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.500 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.050 pund hýsa, 400 pund toskur og 50 pund havtaska, sjá søluna herundir.

Bjørgvin var eisini til útróðrar í gjár, tá høvdu teir 4.174 pund, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BJØRGVIN – ( KG 503 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 16-09-2021 16-09-2021 1.250
BJØRGVIN – ( KG 503 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 15-09-2021 15-09-2021 2.087
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: